Verjumálaráðharrin hjá Putin fallin í ónáðir

bannari
Verjumálaráðharrin hjá Putin fallin í ónáðir
Russiski forsetin hevði ætlað, at innrásin í Ukraina skuldi vera stutt, men hon dregur út, og verjumálaráðharrin fær skyldina
Sergej Sojgu, russiskur verjumálaráðharri, er væl umtóktur í Russlandi, men hann er eftir øllum at døma fallin í ónáðir hjá Putin, forseta.
 
07.03.2022 - 14:14

Russiski forsetin, Vladimir Putin, ætlaði helst, at kríggið í Ukraina ikki skuldi vara longur enn eina ella tvær vikur, men í løtuni bendir einki á, at endin á krígnum er nær.

Eygleiðarar meta, at hetta kann føra til eina politiska høvuðsreingerð í Moskva um, hvør skal taka ábyrgdina av, at russiska innrásin ikki hevur gingið heilt eftir vild.

Ein av teimum, sum sigst vera fallin í ónáðir hjá Putin, er verjumálaráðharrin, Sergej Sojgu, sum annars hevur verið ein av nærmastu stuðlum hjá forsetanum, og sum nógv hava hildið skuldi vera eftirmaðurin hjá Putin.

Væl umtóktur

Sergej Sojgu er sera væl umtóktur millum russiska fólkið. Tað var hann, sum skipaði hertøkuna av Krim í 2014, og hann er eisini leiðari av russisku hernaðarfregnartænastuni, sum er ákærd fyri eiturálop í Salisbury í Bretlandi í 2018 og á andstøðuleiðaran Aleksey Navalny í 2020.

Onnur halda, at tað er fregnartænastan FSB, sum hevur fingið Kreml at taka undir við innrásini í Ukraina. Ein av hesum er russiski journalisturin, Aleksandar Morozov.

- Um vit ímynda okkum, at endaliga úrslitið av innrásini til dømis verður at vinna meira land í Eysturukraina, hvør fær so mest burtur úr tí? Herurin fær einans kistur og atfinningar, men FSB fær tamarhald á aktivum í hesum umráðunum, skrivar Morozov á Facebook, eftir at hava tosað við fleiri greinarar.

Hósdagin eru tvær vikur, síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962