
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Russiska herleiðslan í Ukraina boðaði tíðliga í morgun frá, at russiski herurin gevst at skjóta eitt skifti, so fólk kunnu sleppa úr fleiri býum.
Avtalan kom í gildið nú klokkan sjey okkara tíð.
Boðini koma frá russiska verjumálaráðnum, og verða endurgivin m.a. av tíðindastovuni, Interfax.
Bardagarnir steðga m.a. í høvuðstaðnum, Kyiv, Kharkiv, Mariupol og Sumy.
Avtalan millum Macron og Putin
Sambært Interfax, so er tað franski forsetin, Macron, sum bað Vladimir Putin, forseta, um at steðga á eitt skifti í dag, tá teir báðir í gjár tosaðu í telefon.
Russiska álopið í Ukraina hevur mestsum ikki flutt seg um vikuskiftið, stendur í einum boðum frá bretsku fregnartænastuni, sum er almannakunngjørd á Twitter.
- Russisku deildirnar hava bert flutt seg eitt stutt strekki um vikuskiftið, og ivasamt er, um Russland higartil hevur nátt sínum máli, stendur í boðunum.
Hert álopini í mið-, norður og suðurukraina
Samstundis boða ukrainsku myndugleikarnir frá, at russiski herurin hevur hert álopini á býir í mið-, norður- og suðurukraina í nátt, skrivar AP.
Sambært ráðgevanum hjá forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, er talan um býin, Tjernihiv, har norðuri í landinum, Mykolajiv har suðuri og Kharkiv í eystara partinum og fleiri býarpartar við høvuðstaðin, Kyiv.
Í Kharkiv eru fleiri bústaðarøkir rakt, og býurin Tjernihiv er mestsum allur raktur av rakettum.
Støðan er sera vánalig í býarpørtunum, Bucha, Hostomel og Irpin við høvuðstaðin, sigur talsmaðurin.