Russland og Ukraina samráðast aftur í Hvítarusslandi

bannari
Russland og Ukraina samráðast aftur í Hvítarusslandi
Hósdagin hittast ukrainski og russiski uttanríkisráðharrin til samráðingar í Turkalandi
Umboð fyri Ukraina og Russland hittast aftur í Brest í Hvítarusslandi í dag. Henda myndin var tikin, tá londini samráddust 3. mars.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
07.03.2022 - 13:36

Nú klokkan 14 føroyska tíð byrja samráðingar millum Russland og Ukraina í hvítarussiska býnum Brest.

Dmitrij Peskov, sum er talsmaður hjá russisku forsetaskrivstovuni, sigur sambært Jyllands-Posten, at Russland er til reiðar at gevast við sínum atsóknum í Ukraina "nær sum helst" og so skjótt, sum Ukraina eftirlíkar russisku krøvunum.

Millum hesi krøvini eru, at Ukraina skal viðurkenna Krim sum russiskt øki. Russland tók Krim frá Ukraina í 2014. Somuleiðis skal Ukraina viðurkenna Donetsk og Luhansk har eysturi í Ukraina sum sjálvstøðug øki.

Broyta grundlóg

Eitt annað krav er, at Ukraina skal broyta sína grundlóg, so hon greitt sigur, at Ukraina er uttanveltað.

Talsmaðurin, Dmitrij Peskov, sigur eisini, at Russland hevur ongar ætlanir um at vinna sær landaøkir í Ukraina.

Hósdagin skal Turkaland vera vertur fyri samráðingum millum Russland og Ukraina. Tær samráðingarnar verða millum uttanríkisráðharrarnar hjá londunum báðum.

Turkaland er limur í NATO og sameint við Ukraina. Men Turkaland vil eisini fegið varðveita góða sambandið við Russland, ikki minst handilssambandið, sum hevur nógv at siga fyri turkiska búskapin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962