- Tíðindi, mentan og ítróttur
Oljan dýrkar nógv

Oljuprísurin hækkar nógv í morgun. Bert hálvan tíma eftir, at marknaðirnir lótu upp, var prísurin komin upp í 129 dollarar fyri tunnuna.
Tað mesta, sum prísurin var, var 139 dollarar fyri tunnuna, skrivar NTB.
Oljuprísurin hækkaði alla farnu viku, tí Russland gjørdi innrás í Ukraina.
Oljan úr USA hækkaði eisini nógv, og kostar nú 128 dollarar fyri tunnuna. Tað er tað mesta í 13 ár.
USA: Gevist at keypa olju úr Russlandi
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, hevur sagt, at USA arbeiðir við eini ætlan, sum skal fáa heimsins lond at gevast við at keypa olju úr Russlandi, fyri á tann hátt at leggja trýst á, so inntøkurnar hjá Russlandi minka.
- Vit umrøða ætlanina við okkara sameindu í Evropa, um at gevast at keypa olju úr Russlandi, men neyðugt er samstundis at hava nóg mikið av olju á marknaðinum úr øðrum londum.
Týska stjórnin ávarar ímóti at gevast við at keypa russiska olju.
- Slík tiltøk hava onga ávirkan, tí tað fer ikki at bera til at halda tiltøkini, sigur týski uttanríkisráðharrin, Annalena Baerbock.
Fáa avsláttur
Eisini týski fíggjarmálaráðharrin, Christian Lindner, er ivasamur um ætlanina. Hann sigur, at Týskland í løtuni er formansland fyri G-7 londini. Landið hevur stóran tørv á olju og gassi úr Ruslandi, og fær í løtuni 55 prosent av avsláttri av gassinum og 42 prosent í avsláttri á olju og koli úr Ruslandi, sigur hann.
Í USA vilja politikarar hava at vita, hvussu sleppast kann undan, at Russland hevur so stóra ávirkan á oljumarknaðin, sum landið hevur nú.
- Vit mugu hava meiri olju í egnum landi, sigur republikanski senatorurin, Marco Rubio.
Í fjør var Russland fjórðstørsti útflytari av olju og gassi í heiminum, eftir Kanada, Meksiko og Saudiarabia, upplýsa amerikansku myndugleikarnir.
