- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólkaatkvøða í Danmark um verjufyrivarni 1. juni
Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, boðaði í gjárkvøldið frá, at ein avtala um at økja útreiðsluna til donsku verjuna er gjørd við Vinstra, Sosialistiska Fólkaflokkin, Radikala Vinstra og Konservativa flokkin.
Og fólkaatkvøða um verjufyrivarnið mótvegis ES verður 1. juni, boðaði forsætisráðharrin eisini frá.
Málið er, at Danmark, í seinasta lagi í 2033, skal nýta tvey prosent av bruttotjóðarúrtøkuni til verjuendamál, og mett verður, at tá økjast verjuútreiðslurnar við 18 milliardum kr. um árið.
Sjey milliardir næstu tvey árini
Flokkarnir eru eisini samdir um, at sjórnin skal finna sjey milliardir til verjuna næstu tvey árini, tí støðan í Ukraina er ótrygg.
Tann avtalan er eisini gjørd við ein meiriluta í Fólkatinginum.
- Pengarnir skulu nýtast til betri verju, diplomatiskt virksemi og hjálp av ymsum slag, segði Mette Frederiksen.
Ikki semja um verjuavtaluna
Tríggir av flokkunum í Fólkatinginum eru ikki við í verjuavtaluni, sum varð gjørd í gjárkvøldið.
Teir eru Danski Fólkaflokkurin, Nýggju Borgarligu og Eindarlistin.
- ES er ikki, og verður ongantíð, nøkur trygd fyri Danmark. Neyðugu trygdina fær Danmark bert umvegis NATO, sigur forkvinnan í Nýggja Borgarliga flokkinum, Pernille Vermund.
Heldur ikki politiska talskvinnan hjá Eindarlistanum, Mai Villadsen, og formaðurin í Danska Fólkaflokkinum, Morten Messerschmidt, halda tað vera eitt gott hugsot at sleppa verjufyrivarninum við ES.