Umboð fyri Ukraina og Russland hittast aftur um vikuskiftið

bannari
Umboð fyri Ukraina og Russland hittast aftur um vikuskiftið
Í gjár samdust umboðini fyri Ukraina og Russland um at skipa humaniterar geirar.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
04.03.2022 - 15:07

Forsetaskrivsstovan í Ukraina upplýsir í dag, at ætlanir eru um nýggjar samrøður við Russland um vikuskiftið. 

Tað skrivar NTB.

Hetta verður triði fundur millum partarnar, eftir at teir hittust mánadagin og í gjár. 

Á fundinum í gjár var okkurt framstig gjørt, soleiðis at skilja, at partarnir samdust um at skipa humaniterar geirar. 

Men enn er ógreitt, hvussu langt arbeiðið við hesum er komið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946