Macron stillar uppaftur

Macron stillar uppaftur
Forsetaval verður í Fraklandi 10. apríl
Emmanuel Macron, forseti, hevur gjørt av at stilla uppaftur.
 
04.03.2022 - 11:01

Emmanuel Macron hevur kungjørt, at hann stillar uppaftur á forsetavalinum í Fraklandi í vár.

- Vit hava havt nógvan mótburð. Yvirgang, farsótt og kríggj í Evropa. Tað er sjáldan, at so nógvar kreppur eru í Frakland í senn. Vit hava møtt teimum við virðing og brøðralagi, skrivar Macron í fráboðanini.

Evstamark at stilla upp er í dag kl. 17. 

 

Velja 10. apríl

Fyrra valumfar verður 10. apríl. Fær einki av valevnunum meira enn helmingin av atkvøðunum, verður nýtt valumfar við tveimum valevnum 24. apríl.

Macron stendur seg væl í meiningakanningunum.

Hóast hann ikki er farin undir valstríðið enn, s er forsetin lagdur undir at hava misnýtt sína støðu fyri at fáa størri undirtøku, skrivar AP.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962