Russiskir hermenn á veg inn í Kiev

Russiskir hermenn á veg inn í Kiev
Hvítarussland hevur boðað frá, at landið er til reiðar at hjálpa Russlandi í Ukraina
Samstundis sum tíðindi ganga um, at russiskir hermenn nærkast Kiev, eru fólk farin at flýggja úr ukrainska høvuðsstaðnum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
24.02.2022 - 11:46

Fyri einum hálvum tíma síðani boðaðu myndugleikarnir í Ukraina frá, at russisku hermenninir høvdu brotið ígjøgnum verjugarðin, sum stjórnarheruin hevur havt við høvuðstaðin, Kiev, og at russisku hermenninir nú eru á veg ímóti høvuðstaðnum.

Samstundis boðar Reuters frá nógvum spreingingum í høvuðstaðnum.

 

Hvítarussland hjálpir

Hvítarussland er til reiðar at hjálpa Russlandi í Ukraina. Og hvítarussisku herdeildirnar eru tilbúnar at fara um markið, sigur hvítarussiski forsetin, Lukasjenko, sambært Reuters, sum endurgevur hvítarussisku tíðindastovuna, Belta.

Hvítarussiski forsetin er helst næsti sameindi hjá Vladimir Putin, forseta. Hvítarussland hevur mark ímóti Ukraina, og russiskir hermenn eru í løtuni í Hvítarusslandi.

Ukrainskir marknavørðir hava boðað frá, at russiskir hermenn og stríðsvognar fóru um markið úr Hvítarusslandi og inn í Ukraina longu mánamorgunin.

Og sambært Lukasjenko, eru russisku hermenninir, sum hava verið í Hvítarusslandi, við í atsóknini í Ukraina, skrivar NTB.

 

Hvitarussiski forsetin, Lukasjenko, sigur, at Hvítarussland fer at hjálpa Russlandi í Ukraina.

 

Kvett diplomatiska sambandið

Forsetin í Ukraina, Volodomyr Zelenskij, hevur boðað frá, at alt diplomatiskt samband við Russland er kvett. Tað segði hann í eini røðu í morgun, skrivar Sky News.

Forsetin bað samstundis øll, sum hava eitt sindur av skili fyri vápnum og krígsførslu, um at bjóða seg fram at verja Ukraina.

- Vit skulu stríðast fyri landi okkara, segði forsetin.

Hann heitti eisini á ukrainska herin um at síggja til,  at tapini hjá Russlandi vera so stór sum møguligt.

- Tey hava ikki betri uppiborið, enn at vit stríðast av øllum alvi ímóti teimum, sum koma inn í landið, segði Volodomyr Zelenskij.

 

Undantaksstøða í Litava og Moldova

Í Litava og Moldova er undantaksstøða lýst, og Moldova hevur stongt loftrúmið. Orsøkin er russiska innrásin í Ukraina.

Boðini koma um litaviska kringvarpið, LRT, og frá moldovisku forsetaskrivstovuni.

Forsetin í Litava, Gitan Nauseda, hevur skrivað undir eini boð um at lýsa undantaksstøðu, men tjóðartingið má góðkenna boðini, áðrenn tey koma í gildi.

- Eg fari at siga við russiska fólkið og forsetan, at tað framvegis ber til at steðga tí, sum hendir í Ukraina, sigur Gitan Nauseda.

- Stjórnin ætlar at lýsa undantaksstøðu, sigur moldoviski forsetin, Maia Sandu. Landið fyrireikar seg til avbjóðingar av ymsum slag, m.a. til at taka ímóti flóttafólki úr Ukraina.

Fyrrapartin gjørdi stjórniní Moldova av at steingja loftrúmið, og tað hevur Ukraina eisini gjørt, skrivar AFP-tíðindastovan.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Fríggjadag 22. november
Breddin: Arbeiðið hjá landsstýrismálanevndini
184025
Fríggjadag 22. november
RagnarRokk: Phil Demmel um Category 7
184021
Fríggjadag 22. november
Góðan morgun Føroyar
184019
Fríggjadag 22. november
Morgunlestur fríggjadagur 22.november 2024
183775
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981