Kjakast um heimaflotan á fiskivinnufundi

Kjakast um heimaflotan á fiskivinnufundi
Støðan hjá heimaflotanum verður umrødd á fiskivinnukjakinum á Torradøgunum í Klaksvík. Kjakið verður sent beinleiðis í sjónvarpinum
Støðan hjá heimaflotanum er evni á fiskivinnutinginum í Klaksvík í kvøld, sum verður sent beinleiðis í sjónvarpinum.
 
23.02.2022 - 10:49

Kjakfundurin verður skipaður í trimum umførum, har politikarar og vinnulívsfólk fyrst kjakast um støðuna í bólki-2 (trolarar), síðani bólki-3 (línuskip) og seinast bólki-4 (stórir útróðrarbátar).

Í hvørjum umfari verður komið inn á veiðigrundarlag og veiðimøguleikar, tað veri seg undir Føroyum ella í býti við onnur lond. Kjakast verður um lønsemi í vinnuni. Og eisini verður spurningurin reistur, hvørjar møguleikar flotin hevur at endurnýggja seg.

 

Politiska skipanin er umboðað soleiðis:

Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Fólkaflokkurin 

Bárður Nielsen, Sambandsflokkurin

Aksel V. Johannesen, Javnaðarflokkurin

Høgni Hoydal, Tjóðveldi

Ruth Vang, Framsókn

Bill Justinussen, Miðflokkurin

Sámal Petur í Grund, Sjálvstýri

 

Vinnan er umboðað soleiðis:

Hanus Hansen, stjóri í JFK/Kósini og formaður í Reiðarafelagnum 

Kristian Martin Petersen, skrivari í Felagnum Línuskip

Finnbjørn Vang, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna

Fiskifrøðin er umboðað av Peturi Steingrund, fiskifrøðingi á Havstovuni

Áhoyrarar í salinum kunnu seta spurningar – og tað kunnu hyggjarar heima í stovuni eisini umvegis heimasíðuna hjá Kringvarpinum.

Fundurin er í nýggju Miðhøllini í skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík. Fundurin er almennur, og hann verður eisini sendur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Mánadag 10. februar
Morgunlestur mánadagur 10.februar 2025
186664
Sunnudag 9. februar
Kallið: Avgerðin er røtt.
187469
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371