Eingin avgerð tikin um skaðanevnd

Eingin avgerð tikin um skaðanevnd
Løgmaður hevur svarað fyrispurningi frá Rósu Samuelsen, løgtingskvinnu
Ráðið fyri ferðslutrygd vil hava eina skaðanevnd.Og í ferðslutrygdarætlanini fyri 2019 til 2027 er tilmæli um slíka nevnd. 
Mynd: Savnsmynd.  
 
22.02.2022 - 08:50

Eingin avgerð er tikin um eina skaðanevnd fyri ferðsluna í Føroyum.

Men hugsað verður um at kanna tørvin, og hvussu eitt tílíkt arbeiði møguliga kann verða skipað.

Tað stendur í svarinum, sum Rósa Samuelsen, løgtingskvinna, hevur fingið.

Hon spurdi Jørgen Niclasen, landsstýrismann, og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur nú svarað.

Ráðið fyri ferðslutrygd vil hava eina skaðanevnd.Og í ferðslutrygdarætlanini fyri 2019 til 2027 er tilmæli um slíka nevnd. 

 

Hava kannað vanlukkur

Løgmaður sigur, at seinastu nógvu árini hava avvarðandi myndugleikar, Akstovan, politiið og Landsverk, kannað allar álvarsligar ferðsluvanlukkur.

Ráðið fyri ferðslutrygd ger fyribyrgjandi og upplýsandi arbeiðið.

Rósa Samuelsen spurdi eisini um seyðin við landsvegirnar.

Svarið er, at tað kostar eina millión krónur at stika hvønn kilometur.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856