Hava keypt Christian fyri 45 mió. kr.

Hava keypt Christian fyri 45 mió. kr.
Vestmenningur, sum uppsjóvarskipið eitur nú, fer til fiskiskap í vár
Christian er seldur til Vestmanna og eitur nú Vestmenningur.
 
15.02.2022 - 18:19

Uppsjóvartrolarin Christian hevur fingið nýtt navn. Hann eitur nú Vestmenningur. 

Í gjár yvirtók partafelagið Vestmanna Fiskavirki Christian frá partafelagnum Hvalnesi í Klaksvík, og tá fekk skipið eisini nýtt navn.

Vestmenningar hava keypt skipið fyri 45 milliónir krónur.

Eyðun Olsen er stjóri á Vestmanna fiskavirki. Hann vil ikki gera bandaða samrøðu við útvarpið, men hann sigur, at teir hava spent seg út, og at teir meta, at tað raksturin fer at bera seg.

Skipið skal fiska fyri 45-50 milliónir krónur um árið fyri at bera seg, sigur hann.

 

Virkað uppsjóvarfisk síðani 2011

Vestmanna Fiskavirki hevur virkað sild og makrel síðani 2011. Í 2018 fekk virkið menningarkvotur, og síðsta heyst fekk virkið uppsjóvarkvotur. Stutt eftir varð kunngjørt, at virkið hevði keypt Christian. 

Í fjør fekk Vestmanna Fiskavirki tilllutað 9.000 tons av svartkjafti, 3.000 tons av sild og 3.000 tons av makreli. Eyðun Olsen væntar, at teirra partur verður nakað minni í ár.

Higartil hava onnur skip fiskað kvotuna hjá Vestmanna Fiskavirki, men nú er ætlanin, at Vestmenningur skal fiska alla kvotuna.

 

Til fiskiskap í apríl

Eyðun Olsen sigur, at Vestmenningur neyvan fer til fiskiskap fyrr enn í apríl. Skipið er á skipasmiðjuni hjá Mest á Skála, og ymiskt skal gerast við Vestmenning. Í apríl fer hann væntandi at royna eftir svartkjafti.

11 mans vera við Vestmenningi, og ætlanin er, at skipið fer at leggja tað mesta av veiðuni upp í Vestmanna. Á Vestmanna Fiskavirki arbeiða umleið 30 fólk, tá ið arbeiði er.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371