Trolaraflotin í vanda fyri at verða lagdur í vár

Trolaraflotin í vanda fyri at verða lagdur í vár
Trolaraflotin, sum roynir undir Føroyum, er nú so illa fyri, at vandi er fyri at flotin verður lagdur í vár.
Støðan hjá trolaraflotanum er nú so vánalig, at tað er vandi fyri, at flotin verður lagdur í vár
 
12.02.2022 - 12:26

Tung skýggj hanga oman fyri føroyska trolaraflotanum. 

Fiskiskapurin eftiur upsa er støðugt minkaður seinastu árini, og í fjør var fiskiskapurin eftir upsa so vánaligur sum ongantíð fyrr, sigur Jens Pauli Petersen, stjóri í Faroe Origin: 

trolaraflotin_1
Nú gýtir upsin, og tá skuldi verið nakað at fingið, men tá gýtingartíðin er av, seinni í vár, er vandi fyri at partrolararnir verða noyrddir at gevast, um ikki eitthvørt ítøkiligt verður gjørt, sigur Jens Pauli Petersen:
 
trolaraflotin_2


 

Segði Jens Pauli Petersen, stjóri í Faroe Origin. Felagið hevur í løtuni fýra trolarar, sum royna eftur upsa. Felagið hevði fyri nøkrum árum síðani átta trolarar.

Fýra eru seldir av landinum, men fiskiloyvini eru eftir hjá felagnum.

Sum útlitini eru í løtuni er ikki hugsingur um at byggja nýggjar trolarar, sigur stjórin.

Teir sum reka teir um 20 trolararnar, sum royna undir Føroyum, hava uppskot til lysn, og tað frætta vit meir um í kvøldsendingini.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371