![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/finnur_og_trondur_2.jpg?itok=nGCnpN3y)
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjey uppsjóvarskip fingu lodnukvotu í íslendskum sjógvi.
Men Christian hevur latið Norðborg sína kvotu.
Norðborg hevur nú 7.472 tons.
Og Fagraberg hevur latið Høgabergi sína kvotu. Høgaberg hevur nú 7.492 tons.
Tróndur í Gøtu, Gøtunes og Finnur Fríði hava fingið 4.993 tons í part.
30.000 tons
Skipini sleppa at fiska lodnu til 1.mai.
Føroyska lodnukvotan er 30.000 tons.
Norðborg og Høgaberg eru farin til Íslands at fiska lodnu, men fiskiskapurin er ikki góður.