Havbúnaðarfelagið: Vit skulu gevast at drepa springara

Havbúnaðarfelagið: Vit skulu gevast at drepa springara
Fleiri stórar handilsketur hava sagt, at tær meta framhaldandi dráp vera størstu hóttanina móti føroyskum útflutningi yvirhøvur
Springaradrápið í Skálafirði hevði álvarsamar avleiðingar, sigur Havbúnaðarfelagið, og halda fram at drepa springara, verður tað størsta hóttanin móti føroyskum útflutningi yvirhøvur
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.02.2022 - 15:00

Springaradráp skal bannast í Føroyum.

Tað sigur Havbúnaðarfelagið í tíðindaskrivi í dag.

Havbúnaðarfelagið, sum umboðar alifyritøkurnar í Føroyum, sigur, at avleiðingarnar av springaradrápinum í september, tá umleið 1400 springarar løgdu beinini, hava verið ógvusligar og víðfevndar fyri alivinnuna, bæði tá tað kemur til umdømi og sølu, og ávirkanin av framhaldandi springaradrápum kann næstan ikki yvirmetast.

 

Størsta hóttan móti útflutninginum

Víðari stendur, at fleiri stórar handilsketur hava sagt, at tey meta framhaldandi dráp vera størstu hóttanina móti føroyskum útflutningi yvirhøvur, og tí er alivinnan sera stúrin um avleiðingarnar, um eitt springaradráp aftrat skuldi verið í Føroyum.

Havbúnaðarfelagið vísir eisini á, at útflutningurin er grundarlagið undir vælferðini í Føroyum, og at alivinnan stendur fyri einari helvt av samlaða vøruútflutninginunm. Politiska skipanin má fyrihalda seg til og taka tað í álvara, sum fólk, ið eta føroyskar fiskavørur, halda um tað, sum fyriferst í Føroyum, sigur felagið.

Í kjalarvørrinum av springaradrápinum í september, boðaði løgmaður frá, at springaradrápið skuldi eftirmetast.

Havbúnaðarfelagið sigur seg fegnast um hetta, og mælir løgmanni til at banna springaradrápi.

 

Hoyr ljóðbrot við Regini Jacobsen, stjóra í Bakkafrosti:

1508107

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Týsdag 28. januar
Morgunlestur týsdagur 28.januar 2025
186651
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881