Góður streymur, men keðiligt veður

Góður streymur, men keðiligt veður
Fiskamarknaðurin væntar ikki nógvan útróður í vikuni. Fimm frystilínuskipu eru undir Føroyum
 
07.02.2022 - 09:04

Øll ísfiskalínuskipini liggja.

Fimm frystilínuskip eru undir Føroyum og trý við Ísland, sigur Fiskamarknaðurin um fiskiskapin í hesari vikuni.

Hóast streymurin verður góður, væntar Fiskamarknaðurin ikki nógvan útróður í vikuni, tí veðrið er so ringt.

Ein djúpvatnstrolari og fimm pør eru eystanfyri. Fiskiskapurin hjá partrolarunum er ikki góður.

Allir trolbátar liggja.

Eitt garnaskip er norðanfyri og fiskar svartkalva, og eitt er sunnanfyri og fiskar havtasku.

Fiskaríið hjá teimum er brúkiligt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371