Trý skip á lodnuveiði í íslendskum sjógvi

Trý skip á lodnuveiði í íslendskum sjógvi
Skipini kunnu fiska við nót og uppisjóvartroli
Christian er eitt av nótaskipunum, sum hava fingið lodnuloyvi undir Íslandi.
 
31.01.2022 - 08:31

Christian, Høgaberg og Fagraberg hava fingið loyvi at fiska lodnu í íslendskum sjógvi.

Tey hava fingið eginkvotu, 3.746 tons í part, og kunnu fiska frá 27.januar til 1.mai.

Treytin er, at til og við 17.februar kunnu skipini landa í mesta lagi 2.497 tons til frystingar uttanfyri Ísland, ella at frysta umborð. 

Skipini kunnu fiska við nót og uppisjóvartroli.

Føroyar eiga 30.000 tons av lodnu í íslendskum sjógvi.

Íslendski lodnufiskiskapurin er óføra góður.

Í síðstu viku landaði Børkur stívliga 3.400 tons á Seyðisfirði. Tað er størsta lodnulast, fólk vita um í Íslandi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371