Lógarheimild skal nú fáast fyri at sleppa eftir alilaksi í áum og vøtnum

Lógarheimild skal nú fáast fyri at sleppa eftir alilaksi í áum og vøtnum
Nýggj lóg skal forða fyri einari endurtøku av tí, sum hendi í Leynará summarið 2018, tá nógvur deyður ella doyggjandi alilaksur dálkaði ánna
Tað var ikki ein tespilig sjón, tá nógvur deyður og doyggjandi alilaksur stóð í Leynará summarið 2018
Mynd: Mathias Dimon Næs  
 
30.01.2022 - 10:08

Á summrið 2018 stóð nógvur laksur í Leynará, og hildið var, at hetta var alilaksur. 

Alifeløgini kannaðu sínar nótir, men funnu einki hol.

Fiskaaling gjørdi kanningar, sum vístu, at talan sannlíkt var um nýliga slopnan alilaks. 

Fiskurin var illa fyri, og fiskar doyðu í ánni. 

Kanningar staðfestu, at laksurin hevði hjarta-klovning.

 

Ótespilig sjón

Sjónin, sum møtti fólki, var ikki tespilig, tí nógvur laksur var deyður ella doyggjandi. 

20181112_LEYNARA_ENN_DALKAD_AV_ALILAKSI

Skjótt var eisini greitt, at tað er ógreitt, hvør hevur ábyrgdina av slopnum alifiski, sum er farin í áir, og hvør eigur at taka hann og gjalda fyri tað.

 

Ábyrgdin ásetast við lóg

Tað, sum hendi í Leynará summarið 2018, fekk Umhvørvis- og Vinnumálaráðið at gera eitt lógaruppskot.

Lógin, sum sigur, hvør skal taka alifisk, sum er sloppin í áir, er nú komin í løgtingið.

Uppskotið skal gera tað greitt, hvør hevur ábyrgdina av slopnum alifiski, sum er farin í áir, og hvør eigur at taka hann og gjalda fyri tað.

 

Tilbúgvingarætlan gerast

Sambært uppskotinum, so skal Landsdjóralæknin gera avtalu við Havbúnaðarfelagið um eina tilbúgvingarætlan um slopnan alilaks í áum. 

Endamálið við lógarbroytingini er stutt og greitt, at útvega greiða lógarheimild fyri, at í førum, tá alifiskur er sloppin og stendur í áum og vøtnum, og ikki kann staðfestast, hvaðan hann kemur, kann farast í áir og vøtn eftir honum.

Alivinnan skal bera kostnaðin.

Havbúnaðarfelagið valdi í 2018 at gjalda fyri at taka deyða ella doyggjandi alilaksin upp úr Leynará. 

20181119_ALILAKSUR_TIKIN_UR_LEYNARA

 

Ivamál um talan er um lunnindi

Bóndafelagið sigur, at uppskotið ger seg inn á lunnindi hjá jarðareigarunum.

Tað eigur tí at vera ásett, at atgongd til vøtn og áir eigur at vera í samráði við jarðareigarar.

Umhvørvis- og Vinnumálaráðið heldur ikki, at sloppin alilaksur er lunnindi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371