- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyingar fara til arbeiðis í tannárunum
Føroyingar byrja at arbeiða longu í tannárunum.
Sambært frágreiðingini hjá Hagstovuni um vinnutíttleikan í Føroyum er vinnutíttleikin hjá teimum 15-19 ára gomlu bæði hjá mannfólki og konufólki um 70 prosent.
Í Íslandi er vinnutíttleikin hjá hesum aldursbólkinum 60 prosent, í Danmark er hann knappliga 50 prosent og 20 prosent í ES.
Føroyska arbeiðsfjøldin, bæði menn og kvinnur, er tann virknasta í Evropa, sigur Hagstovan.
Av teimum 38.200 fólkunum í Føroyum í aldrinum 15 til 74 ár, eru 32.000, sum eru vinnuliga virkin. Tað eru 84 prosent, 85 prosent hjá monnum og 82 hjá kvinnum.
Størsti vinnutíttleikin er í Norðstreymoy og Suðurstreymoy, 85 prosent. Eitt vet aftanfyri er Eysturoyggin við góðum 84 prosentum, í Norðoyggjum og Vágum er vinnutíttleikin knappliga 83 prosent, 79 prosent í Suðuroynni og 76 prosent í Sandoyarøkinum.
Minsti munurin millum kynini er í Suðurstreymi, tvey prosentstig. Aðrastaðni er hann fýra prosentstig.