- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ráðstevna um fiskivinnu
Ráðstevna um fiskivinnu
Granskarar og umboð fyri fiskivinnuna fara at hava framløgu um støðuna og meta um útlitini fyri burðardyggari fiskivinnun
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/3b9644ee3258d6a7ea07fa5a18e258f5.png?itok=8FdgatBs)
Havstovan skipar fyri ráðstevnuni um burðardygga fiskivinnu.
24.01.2022 - 15:17
Havstovan skipar í næstu viku fyri ráðstevnu um møguleikar og avbjóðingar fiskivinnuni í framtíðini.
Granskarar á Havstovuni og umboð fyri fiskivinnuna fara at hava framløgu um støðuna og útlitini fyri eini burðardyggari fiskivinnu, skrivar Havstovan.
Sjóneykan verður eisini sett á, hvussu treytirnar í føroyskari fiskivinnu eru broyttar seinastu árini, og hvussu fiskivinnan og umsitingin laga seg til broytingarnar.
Á ráðstevnuni fara umboð í vinnuni, granskingarumhvørvinum og politisku skipanini at samskifta um framtíðar føroysku fiskivinnuna.
Ráðstevnan verður mánadagin 31. januar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV