Føroyingar raskastir at arbeiða í Evropa

Føroyingar raskastir at arbeiða í Evropa
Føroyska arbeiðsfjøldin, bæði menn og kvinnur, er tann virknasta í Evropa. Tað skrivar Hagstovan
Hagtølini vísa, at føroyingar eru evropameistarar í at arbeiða
Mynd: Hagstovan.fo  
 
24.01.2022 - 10:04

Av teim umleið 38.200 fólkunum í Føroyum í aldrinum 15 til 74 ár, eru 32.000, sum eru vinnuliga virkin.

Uttan fyri vinnu eru knappliga 6.300 fólk.

Vinnutíttleikin, ið er arbeiðsfjøldin í prosentum av fólkatalinum, er 84%, roknaður fyri bæði kyn.

Hjá monnum er vinnutíttleikin 85% og hjá kvinnum eitt vet minni, 82%.

 

Fremst í Evropa

Samanborið við onnur lond er vinnutíttleikin í Føroyum nógv tann størsti í Evropa, staðfestir Hagstovan

Síðstu fimm árini er arbeiðsfjøldin vaksin við stívliga 2.000 fólkum.

Vøksturin er nakað ójavnt býttur millum kynini við umleið 1.200 mannfólkum og 800 konufólkum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371