Jógvan I fiskar botnfisk við Svalbard

Jógvan I fiskar botnfisk við Svalbard
Fimm frystilínuskip eru undir Føroyum, tvey eru við Ísland og eitt er í Barentshavinum
Frystilínuskipið hevur fingið loyvi at fiska góð 400 tons av botnfiski í verndarøkinum við Svalbard.
 
17.01.2022 - 09:35

Sambært Fiskamarknaðinum eru tvey ísfiskalínuskip undir Føroyum í løtuni.

Tey trý smærru línuskipini eru eystanfyri, og fimm frystilínuskip eru undir Føroyum, tvey eru við Ísland og eitt er í Barentshavinum.

Um útróður verður sagt, at streymurin er góður, men veðrið verður eitt sindur umskiftandi. 

Væntandi verður nakar útróður, tá veðrið loyvir tí. Báðir djúpvatnstrolarar liggja enn við bryggju.

Um partrolarar verður sagt, at trý pør eru til fiskarí. Fýra trolbátar eru eystanfyri og fiska havtasku.

Eitt garnaskip fiskar svartkalva. Fiskaríð er smáligt.

Eitt garnaskip fiskar havtasku. Fiskaríið hjá tí er brúkiligt, sigur Fiskamarknaðurin.

 

Jógvan I við Svalbard

Frystilínuskipið Jógvan I hevur fingið loyvi at fiska botnfisk í verndarøkinum við Svalbard.

Hann sleppur at fiska 411,25 tons av toski og hjáveiðu. 

Svartkalvi, kongafiskur og hýsa kunnu bara veiðast sum hjáveiða. 

Hjáveiðan av svartkalva kann í mesta lagi vera 12 prosent í hvørjum háli og sjey prosent av veiðuni, tá túrur endar og av landaðari nøgd. 

Hjáveiðan av kongafiski kann í mesta lagi vera 20 prosent í hvørjum háli og av landaðari nøgd. 

Hjáveiðan av hýsu kann í mesta lagi vera 14 prosent í hvørjum háli og av landaðari nøgd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371