- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava fígging til stórhøllina í vár
Gongst sum ætlað, vænta fyrireikararnir at hava fígging til stórhøllina í Hoyvík í vár.
Vinnulívsmenninir, Tummas Justinussen og Niels Mortensen, standa fyri arbeiðinum at savna pengar frá grunnum og privatum íleggjarum.
Tummas Justinussen sigur, at arbeiðið gongur væl.
Fyrispurningar eru sendir grunnum og privatum íleggjarum, bæði her heima og uttanlands.
Og teir vænta at fáa svar í vár.
Fólkatingið játtað 30 mió. kr.
Danska fólkatingið hevur játtað 30 milliónir krónur til nýggju stórhøllina í Hoyvík, Føroya Arena.
Ein treyt fyri at játta pengarnar er, at restina av fíggingini eisini kemur upp á pláss.
Tórshavnar kommuna hevur eisini givið tilsøgn um at játta 109 milliónir krónur til stórhøllina, sum skal kosta 217 milliónir krónur at byggja.
Niels Mortensen og Tummas Justinussen standa fyri arbeiðnum at savna pengar til nýggju stórhøllina í Hoyvík.
Løgtingið játtað fimm mió. kr.
Í desember søkti Føroya Arena eisini løgtingið um 30 milliónir krónur í stuðli í fíggjarlógini fyri í ár.
Løgtingið játtaði fimm milliónir krónur til verkætlanina.
Roknað verður við, at tað tekur umleið 20 mánaðir at byggja stórhøllina.