Ætla at royna fiskireiðskapin fyrst í februar

Ætla at royna fiskireiðskapin fyrst í februar
Nýggi Christian í Grótinum verður seinkaður nakrar vikur
Christian í Grótinum verður latin eigarunum í februar.
Mynd: Norðlýsið.  
 
17.01.2022 - 10:49

Christian í Grótinum fer fiskiroyndartúr í fyrsta lagi í viku seks, sum byrjar 7.februar.

Tað sigur Bogi Rasmussen, sum verður skipari á nýggja uppsjóvarskipinum, sum verður bygt í Danmark.

Á fiskiroyndartúrinum verður fiskireiðskapurin royndur.

Eftir hann skal skipið málast, og tá veldst nógv um, hvussu veðrið verður.

Seinkaður

Sambært sáttmálanum skuldi Christian í Grótinum latast 27.januar.

Men tað verður í fyrsta lagi hálvan februar ella í seinni helvt í februar, sigur Bogi Rasmussen.

Christian í Grótinum fer at fiska svartkjaft, tá hann er komin til Føroya.

Christian í Grótinum er fimta skipið við tí navninum. Tað fyrsta bleiv bygt á Skála í 1975.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371