Føroysk farmaskip sleppa ikki at sigla farm til Grønlands fyribils

Føroysk farmaskip sleppa ikki at sigla farm til Grønlands fyribils
Flutningsfelagið Royal Arctic Line hevur, sum nú er, einkarrætt uppá farmaflutning til Grønlands, og grønlendska landstýrið hevur ongar ætlanir um at strika einkarrættin
Eingi útlit eru fyri, at føroysk farmaskip sleppa at sigla við farmi til Grønlands fyribils
Mynd: Savnsmynd  
 
14.01.2022 - 07:09

Ongar ætlanir eru um at liberalisera sjóvegis farmaflutningin til Grønlands. 

Tað upplýsir grønlendska landstýriskvinnan í samferðslumálum, Mariane Paviasen, í tí sum svarar til ein grein 52 spurning í Føroyum.

Føroysk farmaskip sleppa í løtuni ikki at sigla farm til Grønlands, tí flutningsfelagið Royal Arctic Line hevur einkarrætt uppá farmaflutning til Grønlands.

Og grønlendska landstýrið hevur ongar ætlanir um at strika einkarrættin.Landstýriskvinnan var spurd, um nakrar ætlanir vóru at liberalisera sjóvegis farmaflutningin til Grønlands.

 

Helgi royndi at ávirka

Í fjør vendi Helgi Abrahamsen, fyrrverandi landstýrismaður í vinnumálum, sær eisini til grønlendska landstýrið, fyri at kanna møguleikarnar at føroysk skip kundu sigla til Grønlands við farmi.

Helgi Abrahamsen segði tá, at tað kundi ikki vera rætt, at grønlendsk farmaskip kunnu sigla til Føroya, meðan føroysk farmaskip ikki sleppa at sigla til Grønlands.

Men onki verður broytt, sigur grønlendska landstýriskvinnan í samferðslumálum.

- Tað eru ongar ætlanir um at bróta einkarrættin hjá Royal Arctic Line. Spurningurin um liberalisering á farmaleiðini er ikki viðgjørdur í nýggjari tíð, og tí er ógreitt um tað hevði verið samfelagsgagnligt við meira enn einum veitara á leiðini, sigur Mariane Paviasen.

Grønlendska sjálvstýri eigur Royal Arctic Line.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371