- Tíðindi, mentan og ítróttur
Betri rindar tryggingartakarum 40 mió. kr.
Betri fer nú at býta 40 milliónir krónur út til limirnar í Ognarfelagi Tryggingartakaranna av tí, sum felagið forvinnur.
Tað skrivar Betri í tíðindaskrivi í morgun.
2021 hilnaðist væl, og tí er uppskot at býta 40 mió. kr. út til limirnar.
Orsøkin til, at útgjaldið er sett í mun til tryggingargjøldini til Betri Trygging er, at tryggingartakari í Betri Trygging gerst limur í Ognarfelag Tryggingartakaranna, sum eigur Betri-samtakið.
Rætturin at fáa lut í tí, sum samtakið forvinnur, er knýttur at hesum limaskapi.
Umboðsráðið hevur avgerðina
Tað er Umboðsráðið, sum á aðalfundi endaliga ásetur, hvussu nógv verður býtt út til limirnar.
Aðalfundur felagsins verður í apríl, og eftir aðalfundin verður upphæddin, sum er sett av, goldin út.
Miðað verður eftir at býta út á hvørjum ári.
Upphæddin er tengd at fíggjarstøðuni hjá felagnum, skrivar Betri.