- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lodnufiskiskapur í Íslandi MSC-góðkendur
Felagið Nótaskip hevur fingið fiskiskapin eftir lodnu í íslendskum sjógvi MSC-góðkendan. Arbeiðið við at fáa hesa góðkenning byrjaði í mars í fjør, og nú fyrst í februar verður endaliga góðkenningarfrágreiðingin løgd á heimasíðuna hjá MSC.
Eftir hetta kann lodna, sum skipini í felagnum Nótaskip fiskað í íslendskum sjógvi, seljast sum MSC-góðkend.
30.000 tons
Føroyar eiga í hesi vertíðini eina kvotu upp á 30.000 tons. Fiskiskapurin byrjar helst fyrst í februar.
Frammanundan er íslendski lodnufiskiskapurin MSC-góðkendur gjøgnum felagsskapin Iceland Sustainable Fisheries. Íslendingar fingu hesa góðkenning í 2017. Góðkenningarnar hava fimm ára gildistíð, og skulu síðan endurnýggjast.
MSC-góðkenningin kann ávirka eftirspurning og prís á teimum marknaðum, sum gjalda mest fyri fiskin. Føroyska lodnan verður fyri tað mesta seld til Japan, Kina og Russland, sigur felagið Nótaskip.