Kommunurnar eru væl nøgdar við sáttmálan

Kommunurnar eru væl nøgdar við sáttmálan
Pauli Trond Petersen, formaður í KAF, sigur, at kommunurnar kunnu væl góðtaka nýggja trý ára sáttmálan
Tá skrivað var undir sáttmálan seinnapartin. Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, og Pauli Trond Petersen, formaður í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.01.2022 - 15:29

Formaðurin í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum, Pauli Trond Petersen, er væl nøgdur við sáttmálan, sum er gjørdur við Starvsfelagið. 

Sáttmálin merkir, at lønin hjá limunum í Starvsfelagnum hækkar góð seks prosent tey trý árini hann er galdandi, og tað kunnu kommunurnar væl góðtaka.

Pauli Trond Petersen er eisini borgarstjóri í Vestmanna:

1502247

Hóast undanfarni sáttmálin hjá Starvsfelagnum fór úr gildi 1. oktober í fjør,  er nýggi sáttmálin galdandi frá 1. januar í ár, og tískil verður lønarhækkingin frá 1. januar at rokna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
186874
Sunnudag 26. januar
Bolero - 26. januar 2025
186872
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535