Ukraina: Nato og Russland eru langt frá hvørjum øðrum

Ukraina: Nato og Russland eru langt frá hvørjum øðrum
Umboð fyri Nato og Russland hava havt fund í Geneve
Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari
 
12.01.2022 - 15:58

NATO og Russland eru framvegis langt frá hvørjum øðrum í spurninginum um Ukraina.

Tað staðfesti NATO-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, eftir fýra tímar langa fundin millum partarnar í Genéve, har Russland legði síni krøv fram fyri Vesturheiminum.

- Tað verður ikki lætt at finna eina semju, men tað er positivt, at NATO og Russland settu seg við sama borð og kjakaðust um grundleggjandi evni, sigur Jens Stoltenberg sambært Reuters.

Tingingar eru millum Russland øðrumegin og NATO hinumegin, eftir at Russland hevur flutt nógva hermegi til ukrainska markið.

Russland avsannar, at ein innrás í Ukraina er á veg, men krevur millum annað, at NATO veitir vissu fyri, at Ukraina ikki verður limað inn í NATO-verjusamgonguna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878