Fyrsti tingfundurin í ár verður 25. januar

Fyrsti tingfundurin í ár verður 25. januar
Tvey mál eru á skránni
Fyrsti løgtingsfundurin í ár verður 25. januar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.01.2022 - 13:42

Fyrsti løgtingsfundurin í hesum árinum verður týsdagin 25. januar klokkan 13.

Tvey mál eru á skránni.

Tingið fer at hava aðru viðgerð av uppskotinum hjá Tjóðveldi til samtyktar um at tryggja nøktandi vælferðartænastur í framtíðini. 

Málið hevur verið til viðgerðar í Trivnaðarnevndini, sum legði fram álit fyri jól.

Samgonguflokkarnir í nevndini taka ikki undir við uppskotinum og mæla tinginum frá at samtykkja tað. Minnilutin, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin, tekur undir við uppskotium.

Lækka aldursmarkið

Á fyrsta fundinum í ár fer løgtingið eisini at hava fyrstu viðgerð av uppskotinum hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, um at lækka aldursmarkið fyri at fáa talgildan samleika niður í 13 ár. Í uppskotinum verður gjaldið fyri geyma eisini nágreinað.

Hetta uppskotið fer eftir fyrstu viðgerð í fíggjarnevndina.  

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791