Útróðrarmenn úr Suðurstreymoy fingu 66 prosent meira fyri fiskin

Útróðrarmenn úr Suðurstreymoy fingu 66 prosent meira fyri fiskin
Betri fiskaprísir, batnaðar avreiðingarnøgdir og fleiri, sum avreiða, er helst orsøkin til, at limirnir í Suðurstreymoyar útróðrarfelag fingu 66 prosent meira fyri fiskin
Fleiri rógv út í høvuðsstaðnum, og meira fæst fyri fiskin. Eisini nøgdin hevur verið størri
Mynd: Tórður Mikkelsen  
 
10.01.2022 - 07:55

Limirnir í Suðurstreymoyar útróðrarfelag fingu tveir triðingar meira fyri fiskin, sum teir avreiddu í fjør, enn teir fingu í 2020.

Tað mesta áhugaverda er helst, at virðið á fiskinum, sum limirnir hava selt, er økt ikki minni enn 66 prosent. 

Orsøkin er fleiri limir, sum avreiða, nógv betri fiskaprísir og kanska nakað batnaðar avreiðingarnøgdir, sigur felagið í tíðindaskrivi um ársaðalfundin, sum var fríggjakvøldið.

 

Flyta kranan til hóskiligari stað

Tórshavnar havn hevur yvirtikið kranan hjá Suðurstreymoyar útróðrarfelagi og fer at flyta kranan til hóskiligari stað. 

Limirnir kunnu nú leiga seg inn í ein egningarskúr, sum er gjørdur í stand, har teir bara leiga sín egna part.

Soleiðis eru nú átta bátar, sum hvør leiga seg inn í sama skúr. 

 

Sleppa undan at kryvja

Í samstarvi við landingarmiðstøðina Barðið kunnu bátarnir avreiða bløðgaðan daggamlan fisk.

Útróðrarmenninir sleppa tí undan kryvjingini. 

Og fiskurin kann nú, umframt á gólvuppboðsmarknaðinum, seljast á telefonuppboðssøluni. 

 

30 limir

Suðurstreymoyar útróðrarfelag hevur 30 limir, og 24 vóru á aðalfundinum.

Jógvan Trondesen Andreasen heldur fram sum formaður, og Ragnar Hentze heldur fram sum næstformaður.

Sámal Lindenskov er nývaldur og kemur í nevndina fyri Carl August Arge, sum takkaði fyri seg eftir 10 ára nevndararbeiði.

Doru Tiberiu Á Torvlaðnum heldur fram sum tiltakslimur.

Tórður Mikkelsen vitjaði á Ískaini í Havn og gjørdi eina Við Tórði á túri sending um útróðurin í høvuðsstaðnum. 

>>HOYR VIÐ TÓRÐI Á TÚRI Á ÍSKAINI Í HAVN

1493404


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371