Klaksvíkar kommuna vil hava íbúðir oman Valrætt

Klaksvíkar kommuna vil hava íbúðir oman Valrætt
Byggjast kunnu í mesta lagi fýra hæddir, 11 metrar frá veghædd, og kravið um grundøki til hvørja íbúð er 150 fermetrar
Hetta økið miskeiðsis á myndir, sum liggur oman fyri Kósina, ætlar Klaksvíkar kommuna skal brúkast til íbúðarøki
Mynd: Google Maps  
 
10.01.2022 - 08:35

Klaksvíkar kommuna selur nú 3.658 fermetrar til íbúðabygging oman Valrætt í Klaksvík.

Byggjast kunnu í mesta lagi fýra hæddir, 11 metrar frá veghædd, og kravið um grundøki til hvørja íbúð er 150 fermetrar. 

Mest loyvda ábygging í mun til grundøkjavídd er 35 prosent.

Lendið verður selt fyri fastan prís, sum er 380 kr. fyri fermeturin, ella slakar 1,4 milliónir kr.

Kommunan skal hava tilboðini í seinasta lagi 27.januar. Í tilboðnum skal millum annað vera váttan um fígging. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (3. mars 2025)
190943
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. februar 2025)
190942
Týsdag 22. apríl
3-2 (27. januar 2025)
190941
Týsdag 22. apríl
3-2 (20. januar 2025)
190940
Týsdag 22. apríl
3-2 (10. februar 2025)
190939