- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggju landsstýrismenninir tilnevndir
Á samkomu í Tinganesi fyri løtu síðani vóru Árni Skaale og Sólvit Nolsøe tilnevndir nýggir landsstýrismenn fyri Fólkaflokkin.
Árni Skaale avloysir Jacob Vestergaard í Fiskimálaráðnum, og Sólvit Nolsø avloysir Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir í Almannamálaráðnum.
Nýggi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum sigur, at hann fer at leggja dent á, at fiskivinnan skal hava tryggar karmar.
Hoyr samrøðu, sum Elin Mirjamsdóttir gjørdi við Árna Skaale, tá hann var tilnevndur landsstýrismaður:
Nýggi landsstýrismaðurin í almannamálum sigur, at starvsfólkatrotið í Almannaverkinum og bústaðarviðurskifti verða raðfest.
Hoyr samrøðu, sum Elin Mirjamsdóttir gjørdi við Sólvit Nolsø í Tinganesi:
Sólvit Nolsø er nýggjur landsstýrismaður í almannamálum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)