![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/vlcsnap-2020-01-27-09h41m42s664.png?itok=7lM_vDBi)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
21 vilja vera havnarmeistari í Havn
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/dettifoss1_2.jpg?itok=d-xe74FT)
21 umsóknir eru til starvið sum havnarmeistari hjá Tórshavnar havn.
Allir umsøkjararnir eru menn. Starvið skal setast 1.mars.
Í starvslýsingini stóð, at havnarmeistarin má hava góða handilsfatan, góð samráðingarevni og eina holla fatan av at virka í politiskum samanhangum.
Tórshavnar havn umsitur havnarløgini í Tórshavnar kommunu.
Havnarløgini fevna um alt frá farmahavnini í Tórshavn til bátaplássini í bygdunum í Tórshavnar kommunu.
2.300 skip um árið
Árliga koma og fara 2.300 skip um Tórshavnar havn, og 890.000 tons fara um bryggjukantin.
Í Tórshavnar havn eru 15 ársverk.
Jónsvein Lamhauge, sum er havnarmeistari, hevur verið havnarmeistari síðani 1993, og hevur nú sagt upp. Hann er 65 ár, og verður í starvinum til 1.apríl.
Jónsvein Lamhauge hevur arbeitt hjá Tórshavnar havn síðani 1985.
Jónsvein Lamhauge gevst í starvinum sum havnarmeistari í Havn 1. apríl.