- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja hava Sólvit Nolsø til landsstýrismann
Havnar framburðsfelag vísir á Sólvit Nolsø sum landsstýrismann.
Tað skrivar felagið á facebook.
- Tað gera vit, tí vit halda tað vera umráðandi, at flokkurin setur yngri fólk við og á tann hátt framtíðartryggjar flokkin. Sólvit er ein ungur maður, sum vit meta kann verða ein góður politikkari fyri flokkin, skrivar politiska lokalfelagið í Suðurstreymoy.
Taka eisini undir við Anniku
Fólkafloksfelagið tekur eisini undir við Anniku Olsen.
- Vit stuðla eisini Anniku Olsen, sum hevur verið ein góður politikari fyri Fólkaflokkin og hevur nógv góð úrslit at vísa á. Hon hevur enn nógv gott at geva flokkinum, og tí eigur hon avgjørt eitt pláss í flokkinum, skrivar nevndin í Havnar framburðsfelag.
Tað er eingin loyna, at Fólkaflokkurin í Norðoyggjum og Eysturoynni hevur eina heilt øðrvísi tilgongd til málið um sammøður, sum Annika Olsen var við til at atkvøða ígjøgnum.