- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eisini nógvir feilir í roknskapum frá grannskoðara
Líka nógvir feilir eru í roknskapum, sum grannskoðari hevur áteknað, sum í teimum uttan grannskoðara.
Tað vísa stakroyndir, sum Skrásetingin hevur gjørt. Hon kannaði 65 roknskapir fyri 2020.
32 vóru við grannskoðaraátekning. Seks teirra, 19 prosent, høvdu týðandi feilir.
33 roknskapir uttan grannskoðaraátekning vóru eisini kannaðir. Eisini har høvdu seks roknskapir, ella 18 prosent, týðandi feilir.
Av teimum 33 feløgunum, sum hava valt grannskoðan frá, hava 15 fingið hjálp frá grannskoðara at seta roknskapin upp.
Býttir í seks bólkar
Skrásetingin hevur býtt feilirnar í seks bólkar.
Níggju felir eru í bólkinum, sum eitur nýttur roknskaparháttur, 11 í forklárandi notum, átta í bólkinum manglandi partar av ársfrásøgnini, tríggir í bólkinum upplýsingar, fimm í bólkinum partaeigaralán og fýra í bólkinum grannskoðaraviðurskifti.
Umframt stakroyndirnar hevur Skrásetingin stovnað níggju mál, har feløg eru biðin um at koma við nærri frágreiðing um viðurskifti í ársfrásøgnini fyri 2020 ella lata inn nýggja ársfrásøgn.
Í sambandi við eftirlitið av grannskoðaðu ársfrásagnunum hevur Skrásetingin gjørt sjey vegleiðingarskriv og seks skriv, har biðið verður um nærri frágreiðing viðvíkjandi viðurskiftum í ársfrásøgnini ella boð um at lata inn nýggja ársfrásøgn.
3.500 feløg
Tann 31.desember 2020 vóru 3.483 feløg skrásett í partafelagsskránni hjá Skráseting Føroya.
Áleið helvtin høvdu grannskoðara skrásettan, hin helvtin var skrásett uttan grannskoðara.