Ísrael prikar fyri fjórðu ferð

bannari
Ísrael prikar fyri fjórðu ferð
Endamálið er at kanna, um tað loysir seg at bjóða 4. prikið til alt fólkið
150 starvsfólk í heilsuverkinum í Ísrael fáa í dag fjórða prikið
Mynd: Savnsmynd  
 
27.12.2021 - 06:49

Í dag fáa tey fyrstu fólkini í Ísrael 4. prikið fyri korona.

Tað skrivar Ritzau sambært heimasíðuni hjá danska kringvarpinum.

Tey fyrstu, sum fáa 4. prikið, eru 150 starvsfólk í heilsuverkinum.

Endamálið er at kanna, um tað loysir seg at bjóða 4. prikið til alt fólkið.

Heilsumyndugleikarnir í Ísrael hava longu mælt til, at øll fólk yvir 60 ár, skulu fáa 4. prikið, men nú skulu royndir eisini gerast fyri at finna útav, um hetta skal vera galdandi fyri fólk undir 60 eisini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109