Løgtingsformaðurin: Løgtingsfundurin verður í dag

Løgtingsformaðurin: Løgtingsfundurin verður í dag
Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, váttar fyri Vágaportalinum, at løgtingsfundurin verður sum ætlað í dag
Tingfundurin verður sum ætlað í dag klokkan 13, váttar Jógvan á Lakjuni fyri Vágaportalinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.12.2021 - 11:25

"Tingfundurin verður í dag."

So avgjørdur er Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, tá Vágaportalurin spyr hann, um lagnuna hjá løgtingsfundinum, nú koronasmitta er staðfest í løgtingnum. 

Og løgtingsformaðurin, sum eisini er tingmaður fyri Fólkaflokkin, og ein av harðastu mótstøðufólkunum móti uppskotunum um sammøður, sigur eisini, at fundurin verður sum ætlað klokkan 13. 

Ivin um løgtingsfundin byrjaði um vikuskiftið, tá tað varð staðfest, at eitt starvsfólk í løgtinginum hevði fingið staðfest koronu. 

Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, heitti á øll tingfólk um at lata seg kanna fyri koronu, áðrenn tey møttu í løgtinginum í dag, og tað hava tey so gjørt. 

Eitt tingfólk hevur eisini fingið staðfest koronu, og er tað ein av uppskotsstillarunum, Ingilín D. Strøm úr Javnaðarflokkinum. 

Kristianna Winther Poulsen loysir tískil Ingilín D. Strøm av, og sambært fráboðað frá Javnaðarflokkinum, so fer hon at atkvøða fyri uppskotunum um sammøður við 3. viðgerð í dag. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791