- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroya skulu spæla torførasta dystin fyrst
Føroya skulu spæla torførasta dystin fyrst
Fyrsti dysturin hjá Føroyum í Nations League-kappingini verður á útivølli móti Turkalandi 4. juni
17.12.2021 - 13:46
Føroyar byrja helst við torførasta dystinum í Nations League-kappingini, tá hon byrjar komandi summar.
Fyrsti dysturin hjá Føroyum verður á útivølli móti Turkalandi 4. juni.
Síðani vera tveir heimadystir, tann 7. og 11. juni móti Luksemborg og Litava áðrenn útidysturin móti luksemborg verður 14. juni.
Seinastu tveir dystirnir í Nations League kappingini vera spældir 22. og 25 september.
Fyrri dysturin verður á útivølli móti Litava, og seinni dysturin verður á heimavølli móti Turkalandi.
Dystarskráin: Bólkur C1 í Nations League
4. juni | Turkaland - Føroyar |
7. juni | Føroyar - Luksemborg |
11. juni | Føroyar - Litava |
14. juni | Luksemborg - Føroyar |
22. sep. | Litava - Føroyar |
25. sep. | Føroyar - Turkaland |
Gunnar Nielsen, málverji, er væl nøgdur við bólkin.
20211216_FOROYAR_FINGU_SPENNANDI_BOLK_I_NATIONS_LEAGUE
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV