Argja kirkja verður ikki flutt

Argja kirkja verður ikki flutt
Smáar tillagingar verða gjørdar, men annars verður staðsetingin hjá nýggju Argja kirkju ikki broytt. Tað er niðurstøðan á fundi millum kirkjuráðið, kommununa og arkitektarnar
 
15.12.2021 - 18:45

Parkeringsplássini verða kanska flutt, og kirkjan verður møguliga flutt nakað niðan móti Støðlagøtu.

Men ætlanin er ikki at flyta staðsetingina úr Sandá til onkra aðrastaðni á Argjum. 

Tað kom burturúr fundinum seinnapartin, sum var millum kirkjuráðið á Argjum, umboð fyri Tórshavnar kommunu og Brim Arkitektar, ið hava teknað vinnandi uppskotið.

 

2062 ynskja aðra staðseting

Fyrradagin fekk borgarstjórin í Havn 2062 undirskriftir handaðar frá fólki, ið ynskja eina aðra staðseting av Argja kirkju.

Tey vístu millum annað á, at økið við Sandá er eitt náttúruøkið, ið tey meta eigur at varðveitast. 

Heðin Mortensen vísti tá á, at kirkjuráðið longu hevur arbeitt við ætlanini í nógv ár og hevur fingið endaligt byggiloyvi, og tí er ikki so lætt at broyta staðsetingina.

Borgarstjórini helt tó, at ein partur av misnøgdini hevði nakað við parkeringsplássini at gera.

 

Góður fundur

Forkvinnan í kirkjuráðnum, Sólrun Gleðisheygg, sigur, at tað var ein góður fundur í dag.

Nú fer Tórshavnar kommuna at kanna, um parkeringsplássini kunnu vera onkra aðrastaðni, og arkitektarnir fara eisini at tillaga uppskotið eitt sindur, um kirkjan verður flutt nakað niðan móti Støðlagøtu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049