Løgmaður: Vit mugu ásanna, at hetta er sera óheppið

Løgmaður: Vit mugu ásanna, at hetta er sera óheppið
Í fráboðan viðurkennir løgmaður, at orðingin í samgonguskjalinum, um at samgongan skal atkvøða samlað um andstøðuuppskot, er vorðin ein forðing.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.12.2021 - 17:00

Seinnapartin í dag hevur løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, lagt eini boð út á almennu facebook síðuna hjá sær, har hann millum annað sigur at: 

Í Sambandsflokkinum hevur altíð verið siðvenja, at limir í flokkinum hava rætt til egna sannføring í etiskum málum. 
Men fyri at hjúnabandslógin ikki skuldi rullast aftur, var kravið til samgongusamráðingarnar, at samgongan skuldi atkvøða samlað um andstøðuuppskot.
Hendan orðingin í samgonguskjalinum er nú vorðin ein forðing. Hon upphevjar aldargomlu siðvenjuna um, at einhvør tinglimur kann atkvøða eftir egnu sannføring í sokallaðum etiskum málum. 
Vit mugu ásanna, at hetta er sera óheppið.

Føroya Væl, sum er veljarafelagið hjá Sambandsflokkinum í Suðurstreymoy, skipaði í gjárkvøldi fyri limafundi á Gamla Apoteki í Havn.

Johan Dahl, formaður í Føroya Væl, hevur í dag ongar viðmerkingar um, hvat bleiv sagt á fundinum, men sigur, at ein yvirlýsing verður send út í morgin.

Johan Dahl segði við Kringvarpið í gjár, at einki óvanligt er í, at valfelagið hevur limafund, og at hesin fellur saman við ein eftirfylgjandi nevndarfund.

Hann segði, at tað vóru limir í felagnum, sum ynsktu at umrøða politikkin hjá flokkinum og eisini ávís aktuell mál.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Vælkomin heim Brandur
188924
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823

Annað frá KVF