- Tíðindi, mentan og ítróttur
Umleið 2.600 bústaðarbygningar standa tómir
Umleið 2.600 bústaðarbygningar standa tómir
Ein fesk uppgerð úr bygningsskránni vísir, at í Føroyum eru áleið 18.800 bústaðarbygningar, og av teimum eru 2.600, ella 14 prosent, uttan fastbúgvandi búfólk.
07.12.2021 - 13:57
Lutvíst flestir bústaðarbygningar standa tómir í Sandoy, 32 prosent í alt.
Í Suðuroy eru 21 prosent av bústaðarbygningum uttan búfólk.
Bústaðarbygningar fevna í hesum føri um sethús, tvíhús, raðhús og íbúðarblokkar.
Øki | Bygningar við búfólki | Bygningar uttan búfólk | Bygningar í alt | Prosent |
Suðurstreymoy | 6.245 | 524 | 6.769 | 8% |
Eysturoy | 3.660 | 546 | 4.206 | 13% |
Norðoyggjar | 1.931 | 339 | 2.270 | 15% |
Suðuroy | 1.710 | 455 | 2.165 | 21% |
Vágar | 1.145 | 268 | 1.413 | 19% |
Norðstreymoy | 1.049 | 253 | 1.302 | 19% |
Sandoy | 479 | 227 | 706 | 32% |
Tilsamans | 16.219 | 2.612 | 18.831 | 14% |
Seinastu tvey árini hevur ein arbeiðsbólkur við umboðum fyri Umhvørvisstovuna og Hagstovuna arbeitt við at gera eina bygningsskrá fyri alt landið. Tað var eftir áheitan frá Almannamálaráðnum.
Bygningsskráin skal eftir ætlan kunna brúkast sum grundarlag fyri øðrum skrásetingum eisini, so sum orkukeldur hjá húsarhaldunum og virði á føroyska bygningsmassanum.
Umhvørvis- og Vinnumálaráðið, Landsbankin og Almannaráðið hava fíggjað verkætlanina.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV