Føroyingar keyptu færri bilar í november

Føroyingar keyptu færri bilar í november
Nógv færri akfør vóru skrásett í november í ár enn í november í fjør, men fleiri brúktir bilar verða innfluttir
Savnsmynd
 
03.12.2021 - 07:29

Áhugin hjá føroyingum at keypa bilar var væl minni í november í ár enn í november í fjør. 

188 akfør vórðu skrásett í november í ár, meðan 253 vórðu skrásett sama tíðarskeið í fjør.

Tað eru 65 akfør færri í ár.

 

Fleiri brúktir bilar

1.desember vóru skrásett 2643 nýggj akfør í Føroyum, og tað er 55 færri enn fyrstu 11 mánaðir í fjør.

Nógv fleiri brúktir bilar eru innfluttir í ár enn í fjør. 

31 fleiri brúktir bilar vórðu skrásettir í november, og teir eru 85 fleiri higartil í ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. apríl
Góðan morgun Føroyar
190533
Hósdag 10. apríl
Brot úr Føroya søgu
190532
Hósdag 10. apríl
Morgunlestur hósdagur 10.apríl 2025
190386
Mikudag 9. apríl
Mono - Passions Just Like Mine (4:5)
190509
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. apríl
Undansending: Føroyar - Litava
190512
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Fótbóltur: Føroyar - Gibraltar
190450