Einki næmingaheim á veg

Einki næmingaheim á veg
Eingin ítøkilig ætlan er um at byggja næmingaheim til Heilsuskúla Føroya í Porkeri
Heilsuskúlin er í skúladeplinum í Porkeri.
 
10.04.2025 - 07:09

Eingin ítøkilig ætlan er um at byggja næmingaheim til Heilsuskúla Føroya í Porkeri.

Sambært Heilsuskúlanum hevur ikki verið nakar stórvegis trupulleiki hjá næmingum at finna bústað.

Á heimasíðu skúlans kunnu útleigarar bjóða næmingum bústaðir.  

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur svarað spurningi frá Dennisi Holm, løgtingsmanni.

Landsstýrismaðurin sigur tó, at hann er sinnaður at viðgera málið, um brúk verður fyri fleiri bústøðum til næmingar í Heilsuskúlanum.

Hann vísir á, at lestrarbústaðir eru við í virkseminum hjá Bústøðum.

Ein møguleiki er tí at kanna tørvin og møguleikarnar saman við Bústøðum.

Djóni Nolsøe Joensen nevnir eisini, at privat vinnurekandi hava hug at byggja ella leiga út bygning til næmingaheim til Heilsuskúlan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805