Revsingin fyri kynslig brotsverk skal herðast

Revsingin fyri kynslig brotsverk skal herðast
Uppskot um at herða revsingina fyri kynslig brotsverk er gjørt, og hoyringarfreistin er 7. januar 2022
Tilgjørd mynd
Mynd: Shutterstock.com  
 
02.12.2021 - 07:28

Revsingin fyri kynslig brotsverk skal herðast.

Uppskot er gjørt um tað. Hoyringarfreistin er 7.januar 2022.

Sambært Løgmansskrivstovuni skal staðfestast, at samlega við fólk, sum ikki samtykkir tað, er neyðtøka.

 

Er í gildi í Danmark

Revsingin fyri neyðtøku verður herd.

Hetta er komið í Danmark, men ikki í Føroyum sambært Føroya rætti og Landsrættinum.

Revsingin fyri samlegu við barn undir 15 ár skal herðast, tá tann, sum fremur brotið, hevur gjørt sær dælt av síni kropsligu ella sálarligu yvirvág. 

Hetta er ein áseting, sum dómsvaldið eisini hevur eftirlýst.

Eitt árs fongsulsrevsing skal leggjast aftrat revsingini, sum hon er nú.

Sektarrevsingin fyri blúnisbrot skal tvífaldast.

 

Tilhaldsforboð skal víðkast

Og tilhaldsforboðið, sum dømd fyri ávís kynslig brotsverk fáa, skal víðkast.

Hetta er forboðið fyri at vera saman við børnum og ungum.

Endamálið við uppskotinum er at dagføra kapittulin í revsilógini um kynslig brotsverk, so herðingarnar og broytingarnar á hesum øki, sum eru gjørdar í Danmark seinastu árini, eisini verða settar inn í føroysku revsilógina, sigur Løgmansskrivstovan.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109