- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mæla til at lækka ferðaavgjaldið niður í 30 kr.
Mæla til at lækka ferðaavgjaldið niður í 30 kr.
Vága floghavn sigur í brævi til Fíggjarnevnd løgtingsins, at ferðaavgjaldið er steinur oman á byrðu hjá ferðavinnuni
Mynd: (Savnsmynd) Bjarni Árting Rubeksen
02.12.2021 - 08:34
Vága floghavn mælir til at taka av ferðaavgjaldið ella lækka tað niður í 30 krónur.
Nú er ferðaavgjaldið 65 krónur.
Tað var upprunaliga 120 krónur fyri hvørt ferðafólk. Ferðaavgjaldið kom í 1988.
Tað hevur verið 65 krónur síðani 1.oktober 2013.
Steinur oman á byrðu
Vága floghavn sigur í brævi til Fíggjarnevnd løgtingsins, at ferðaavgjaldið er steinur oman á byrðu hjá ferðavinnuni.
Í 2020 fekk landskassin 6,9 mió.kr. í ferðaavgjaldi.
Inntøkurnar eru mettar til 8 mió.kr. í ár.
Roknað er við 11 milliónum í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2022.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV