Íslendingar eiga framvegis í Magn

Íslendingar eiga framvegis í Magn
Sáttmáli er gjørdur um, at Orkufelagið keypir Magn frá Skeljungi, sum eisini lænir Orkufelagnum pengar
Smápartafelagið Orkufelagið hevur keypt Magn frá Skeljungi, men Skeljungur eigur lítla helvt í Orkufelagnum.
 
02.12.2021 - 11:25

Skeljungur og smápartafelagið Orkufelagið hava gjørt sáttmála um, at Orkufelagið keypir dótturfelagið hjá Skeljungi, Magn, sigur Skeljungur í fráboðan til keypsskálan. 

Skeljungur rindar 23 prosent av keypsvirðinum, tey 23 prosentini eru 141 mió. kr. í okkara pengum.

Við tí eigur Skeljungur 48,3 prosent í Orkufelagnum, sum eru 122 milliónir.

Og Skeljungur skal læna Orkufelagnum 19 milliónir krónur í sambandi við handilin.

Treytin er, at Kappingareftirlitið í Føroyum góðkennir søluna.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109