- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólkaheilsuráðið: 14 ár fyri at fáa snildfon
Børn eiga í fyrsta lagi at fáa snildfon, tá ið tey eru 14 ára gomul, og øll skíggjanýtsla er í høvuðsheitum frámæld hjá børnum upp til 3 ár.
Tað er millum nýggju skíggjaráðini hjá Fólkaheilsuráðnum.
Fólkaheilsuráðið sigur, at skíggjar eru komnir fyri at vera, men skíggjaráðini eru leiðreglur fyri, hvussu vit kunnu fáa eina sunna javnvág í skíggjanýtsluni.
Millum ráðini eru eisini, at børn, yngri enn 14 ár, eiga bert at nýta internetið, tá ið foreldur eru kring tey, og at tey ikki hava skíggja á kamarinum, fyrr enn tey eru í fyrsta lagi eru 16 ára gomul.
Eisini eiga skúlar at hjálpa børnum og tannáringum at avmarka skíggjanýtsluna og eggja til sosiala samveru við at hava snildfonfríar skúlar.
Vanar tíðliga í lívinum
Fólkaheilsuráðið sigur, at vanar verða lagdir tíðliga í lívinum, og tað er umráðandi, at góðir skíggjavanar verða lagdir í børnini.
Í hesum sambandi fer Fólkaheilsuráðið eisini at vitja stovnar og skúlar at greiða frá nýggju ráðunum.
Vaksin vera tilmæld at brúka upp í 120 minuttir av skíggjatíð um dagin - og helst minni, og Fólkaheilsuráðið sigur eisini, at skíggjanýtslan eigur at verða avmarkað, um tú frammanundan arbeiðir við skíggja.
Nýggju almennu skíggjaráðini frá fólkaheilsuráðnum vera løgd fram á fólkaheilsuráðstevnunu við navninum "Hvussu hevur tú tað, barn?" í morgin.
Her er tilmælið frá Fólkaheilsuráðnum um skíggjatíð: