- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiðsloysið farið niður um eitt prosent
Arbeiðsloysið fór niður um eitt prosent í september, tað var 0,9 prosent, sum svara til 265 fulltíðararbeiðsleys.
Í september í fjør var arbeiðsloysið 1,4 prosent.
Í september í ár var arbeiðsloysið 0,9 prosent bæði hjá monnum og hjá kvinnum.
Í september í fjør var arbeiðsloysið 1,2 prosent hjá monnum og 1,6 prosent hjá kvinnum.
192 fólk arbeiðsleys
Í morgun eru 192 skrásett at vera arbeiðsleys á heimasíðuni hjá ALS, 369 fólk eru í fiskavirkisskipanini.
94 starvslýsingar eru eisini á heimasíðuni.
Í september vóru 15,6 prosent av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys, tey hava verið arbeiðsleys í meira enn eitt ár.
Í september í fjør vóru 9,9 prosent langtíðararbeiðsleys.