ÍSF missir inntøkur fyri tvær milliónir krónur næsta ár

ÍSF missir inntøkur fyri tvær milliónir krónur næsta ár
Í fíggjarlógaruppskotinum eru 50.000 krónur minni til ÍSF enn í ár, og útlutanin frá Ítróttavedding minkar tvær milliónir
Savnsmynd
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.11.2021 - 08:07

ÍSF fær tvær milliónir krónur minni næsta ár, sum støðan nú er.

Í fíggjarlógaruppskotinum eru 50.000 krónur minni til ÍSF enn í ár.

Og útlutanin frá Ítróttavedding minkar tvær milliónir.

Vedda minni

Minni verður veddað í Føroyum, og eingin stórur vinningur er vunnin í Føroyum í 2021.

Tað hevur Fíggjarnevndin hjá løgtinginum fingið at vita frá ÍSF, sum hevur biðið um minst tvær milliónir krónur aftrat næsta ár.

Stuðulin, sum ÍSF fær, verður býttur millum sersambondini.

Tey fáa í miðal 16 prosent minni næsta ár enn í ár, um játtanin ikki hækkar, sigur ÍSF.

Minkingin er størst hjá teimum stóru sambondunum, til dømis fær handbólturin 26 prosent minni og flogbólturin 30 prosent minni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095