Stóra rúsevnamálið fer nú í Landsrættin

Stóra rúsevnamálið fer nú í Landsrættin
Maðurin, sum fekk fimm ár í Føroya rætti, kærdi alt fyri eitt dómin. Ein annar maður, sum eisini fekk dóm í Føroya rætti, tekur við dóminum
 
25.11.2021 - 15:02

Stóra rúsevnamálið, sum var fyri í Føroya rætti fyri 14 døgum síðani, har tveir menn eru dømdir, fer nú í Landsrættin. 

Annar maðurin, Sverri Lindenskov, er dømdur fyri at hava amfetamin, ketamin og hassj, sum sambært ákæruritinum var ætlanin at selja, og fyri seks onnur lógarbrot: - at sláa ein politist so illa, at politisturin fekk skaða, fyri at hava eina avsagaða byrsu, 14 høglpatrónir og ein springknív. 

Og ein ákæra umfataði nógv ymisk rúsevni, serliga sterk rúsevni. Maðurin skal í summar av órøttum hava havt eina fartelefon í varðhaldinum í Mjørkadali.

Tekur við dóminum

Hann varð dømdur hálvt sætta ára fongsulsrevsing.

Hann hevur nú gjørt av at taka við dóminum, sum hann fekk í Føroya rætti. 

Ákæruvaldið fer ikki víðari við tí dóminum.

Ákæruvaldið kontraappellerar hin dómin

Hin maðurin, sum er dømdur í sama máli, Bjarti Henriksen, og sum í Føroya rætti fekk fimm ára fongsulsreving, kærdi alt fyri eitt dómin, hann fekk í Føroya rætti.

Hann er eisini dømdur fyri at hava amfetamin, ketamin og hassj, sum sambært ákæruritinum var ætlanin at selja. Hann krevur frídøming.

Men í hesum førinum hevur ákæruvaldið kontraappellerað við kravi um herðing, tað vil siga harðari revsing enn fimm ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109